Blachman: Ida vinnur

Ida er ein Ferrari, sum kappast ímóti einum Volkswagen og einum Volvo, sigur Thomas Blachman við danskar miðlar í kvøld.

 

- Eg hopi, at Ida vinnur. Hini bæði ljóðar sum okkurt, sum vit hava hoyrt fyrr, sigur hann við eb.dk.

 

Tann skalluti dómarin er ikki einsamallur um at halda, at Ida vinnur í kvøld.

 

Eisini veddingarfyritøkurnar halda, at Ida vinnur, og hevur hon verið favorittur síðan X-Factor byrjaði í januar.

 

Ida sjálv er eisini jalig. Hon sigur við eb.dk, at tey øll hava uppiborið at vinna. Tó dylur hon ikki fyri, at tað hevði verið stuttligt at gjørt eina fløgu.

 

Line sigur við eb.dk, at hon er ógvuliga fegin um at sleppa at standa á pallinum í Herning. Hon skal heim aftur at gera 9. flokk lidnan eftir finaluna í kvøld, og síðani gongur leiðin til Keypmannahavnar.

 

Tað er í kvøld kl. 19.00, at DR sendir X-Factor finaluna.