Hyggjararnir hjá DR eiga at fáa eina umbering, tí vit hava ikki sæð, hvat finalistarnir veruliga duga, og harafturat er ikki veruligur tónleikur eftir í X-Factor. Tað heldur X-Factor dómarin, Thomas Blachman, eftir at hann hevur mist sínar seinastu luttakarar í kappingini.
- Vit eru endað í einum f*cking róti! Ein finala skal vera ein endurloysn, eitt hæddarpunkt, eitt roknistykki, sum gongur upp. Men vit hava ikki fingið tann tónleikin, vit hava uppiborið, sigur ein vónbrotin Blachman.
- Tá vit hava so mikið góðar tónleikarar sum Ida og Morten Benjamin, og tey ikki gerast betri sum tíðin líður, so versna tey bara. So tíverri kunnu vit ásanna, at vit hava ikki fingið nakað burturúr. DR átti at komið við eini umbering, heldur Blachman. Sambært skalluta dómaranum liggur ábyrgdin hjá Cutfather og Pernille.
- Soleiðis sum tey hava roynt at bøtt um støðuna hevur ikki verið nóg gott. Tónleikurin hevur ikki verið nóg góður í hesum endaumfarinum. Hetta er júst eins og VM-fótbóltur uttan góðar dystir. Hvat nyttar eina finala tá, spyr Blachman, ið heldur, at Jean Michel og Nicoline Simone eru veruligu vinnararnir av kappingini, hóast tey sjálvi hava valt at steðga í X-Factor.