Blachman: Eg vil sløkkja Føroyar

– Hugsið tykkum, um vit kundu sløkt øll sjónvørp í Føroyum. Eg haldi, at tað hevði verið heilt fantastiskt og persónliga vil eg fegin trýsta á tann knøttin, sigur Blachman undan X Factor-brakinum í kvøld

Thomas Blachman hevur hartað øll og alt í X Factor í ár. Dómarar, luttakarar og sjálvt áhoyrarar og hyggjarar hava fingið turt uppá. Í vikuni fingu Føroyar og føroyingar so av at vita. »Vi skal have sort skærm til Færøerne« gjørdi umstríddi dómarin greitt í donskum miðlum.

– Svarti skermurin var svartur humor. At tit ikki skilja, at Blachman hevur humor, er mær mær ein gáta. Tit skilja alt, eg sigi uttan humor, men tað er ikki undarligt, tí eg sigi nógv skilagóð ting. Men tað hjálpir nógv at hava humor við. Tað hevur fleiri løg, fortelur Blachman skemtandi, tá vit spyrja hann til hansara speisku útsagnir.

– Tá eg sigi, at eg havi tosað við leiðsluna í DR og gjørt av, at vit skulu sløkkja fyri skermunum í Føroyum, so er tað ótrúliga stuttligt og ótrúliga arrogant. Hugsa tær, um vit kundu tað. Hugsa tær, um vit kundu sløkt tykkara sjónvørp. Eg haldi, at tað hevði verið heilt fantastiskt og persónliga vil eg fegin trýsta á tann knøttin, argar Blachman víðari.

– Tíverri er tað ikki so lætt at klippa handan kaðalin av, men tit mugu for ólukkan síggja tað stuttliga í hesum, sigur Blachman, sum ikki meinar tað so ilt hóast alt.


Gev Sveini eitt hotell

Hóast prik og eisini okkurt álvarsorðið við á vegnum, dylir Blachman ikki yvir, at honum dámar væl Svein.

– Sveinur er bæði fittur og hevur talent. Eg ynski eisini, at hann hevur sína bestu framførslu í kvøld, ið fær meg at siga: »Hatta er feitt«. Men verður tað nakað lort, hann kemur við, so verið eg ikki so ógvusligur sum vanligt, tí kvøldið í kvøld er ein veitsla, sigur Blachman, sum vónar at Ida fer at vinna X Factor.

– Sveinur vinnur í øllum førum í Føroyum. Og so mugu tit geva honum eitt hotel, har hann kann syngja. Í Keypmannahavn hevði hann so ongantíð vunnið, men nú eru vit í Herning og hvør veit hvat hendir her, sigur X Factor-dómarin Blachman.