Tíðindaskriv, Norðurlandahúsið:
12. oktober kl. 19 verður sangkappingin beinleiðis stroymd á Blábar.
Pan-ArcticVision verður stroymd beinleiðis úr Nuuk, har 10 tónleikarar úr 10 ymiskum londum úr arktiska økinum fara at kappast um at fáa flesar atkvøður og soleiðis vinna kappingina. Føroyska íkastið er sangurin Dansur á Rósum, sum Ester Skála av Argjum bæði hevur skrivað og sjálv syngur. Um sangin sigur Ester:
"Sangurin snýr seg um eina forelskaða gentu. Gentan fer í einar ljósareyðar brillur og brádliga sær hon ein heim fullan av blómum og kærleika."
Øll er hjartaliga vælkomin til finalukvøld á Blábar í Havn, har tónleikakappingin verður stroymd beinleiðis. Tiltakið er ókeypis.
Kanst tú ikki koma á Blábar, ber eisini til at stroyma kappingina á panarcticvision.org.
##med2##
Pan-ArcticVision er ein altjóða tónleikakapping, sum hevur sín íblástur úr Eurovision. Tó, fyri føroyskar tónleikarar er ein ávísur munur; í Eurovision kunnu teir ikki kappast undir egnum flaggi, tað kunnu teir á Pan-ArcticVision. Hugsanin handan Pan-ArcticVision kappingina er at varpa ljós á tónleikamentanina kring Arktis, umframt á ymisku málini, eyðkennini og mentanirnar í økjunum. Hetta er aðru ferð, at skipað verður fyri Pan-ArcticVision. Fyrsta Pan-ArcticVision kappingin varð hildin í fjør í Vadsø í Norðurnoregi.
Pan-ArcticVision er fyriskipað av NORDTING - The Northern Assembly, og er framleidd í samstarvi við Katuaq - Mentanarhúsið í Nuuk, og KNR - Kalaallit Nunaata Radioa (Grønlendska kringvarpið). Norðurlandahúsið á staðnum er samstarvsfelagi.