Bláar negl og skeið í at klemmast

Leygardagurin verður bláur og litfagur tá ið allir føroyingar eru bjóðaðir at hátíðarhalda altjóða Down Syndrom dagin

Leygardagin, dagin eftir sólarmyrkingina, er altjóða down syndrom dagur.  Og tann dagurin verður eisini hátíðarhildin í Føroyum við bláum neglum, óparaðum hosum, klemmiskeiði, og øðrum tiltøkum.

 

Akkurát sum øll onnur, eiga børn við down syndromi rættin til lívið, siga tey í føroyska down syndrom bólkinum sum skipa fyri tiltøkunum í Føroyum

 

Endamálið við degnum er at varpa ljós á, og at kunna um Down Syndrom.

Tað eru 10 ár síðan at dagurin varð hildin fyrstu ferð, og í 2012 fekk dagurin formliga viðurkenning frá ST.

 

Hetta er triðja árið, at dagurin eisini verður hildin í Føoyum, og  føroyski Down Syndrom bólkurin bjóðar øllum føroyingum at hátíðarhalda dagin saman við teimum.

 

Hetta fólk við at fara í óparaðar, litfagrar hosur, við at mála neglirnar bláar, ella við at koma til eitt hugnaligt tiltak á Reinsarínum í Havn.  

- Aðrastaðni í heiminum brúka tey tað at fara í litfagrar, óparaðar hosur fyri at gera vart við dagin. Men av tí at verðið í Føroyum sjáldan er til at vísa hosur hesa árstíðina, nýta vit blátt neglalakk í staðin fyri, ella afturat óparaðu hosunum, siga tey í bólkinum.

 

- Við bláa neglalakkinum leggja vit dent á, at fólk við Down Syndrom eiga sama rætt til lívið sum øll onnur, siga tey.

 

Klokkan 13 hendan dagin verður eitt alment, og ókeypis, tiltak í Reinsarínum í Havn, har tey leggja eina nýggja bók fram og har nakað so forkunnugt sum eitt klemmiskeið er á skránni.


Har fara fólk at læra um ymisk sløg av klemmum, umframt at tey, sum hava brúk fyri tí, eisini fáa eitt klemm.

 

Bókin, sum verður løgd fram, er barnabólkin “Vinur mín hevur Down Syndrom”, eftir Jennifer Moore-Mallinos, og sum Javni gevur út.

Hetta er ein fjálg søga um tvey børn, sum møtast á summarlegu og verða góðir vinir, hóast annað hevur Down Syndrom.

 

Hvørt ár verða eini sjey milliónir fólk fødd við Down Syndromi. Eingi tøl eru fyri, hvussu nógv eru í Føroyum, men ein tummilsregla er, at eitt barn verður føtt við Down Syndromi um árið.

 

- Við røttum stuðuli kunnu fólk við Down Syndromi hava eitt vanligt gerandislív eins og øll onnur, sigur føroyski Down Syndrom bólkurin.