Blåholm skoraði hattrikk

1.DEILD: Nú restar heilt lítið í, at uppflytingin hjá TB og niðurflytingin hjá 07 Vestur verða veruleiki

Mynd: TB

TB er á veg úr Sørvági og suður aftur við 4-2 sigri ímóti teimum næstbestu hjá 07 Vestur.

 

TB hevur nú spælt 21 dystir og vunnið 50 stig. TB hevur meiri enn annað beinið í bestu deildini.

 

07 Vestur hevur nú spælt 20 dystir, og úrtøkan er 2 stig. 07 Vestur hevur meiri enn annað beinið í 2. deild.

 

Í dag skoraði TB álopsspælarin Mikkel Blåholm hattrikk. Hetta var triðja ferðin í ár, at hann skorar trý mál í sama dysti. Mikkel Blåholm er suverenur toppskjútti í 1. deild við 24 málum í 21 landskappingardystum, og so hevur hann skorað trý mál í tveimum steypadystum.

 

Heimaliðið helt tørn, inntil fyrri hálvleikur var meiri enn hálvrunnin. So skoraði TB fýra mál í 10 minuttir. Umframt tey trý, sum Mikkel Blåholm skoraði, so var Einar Thorsteinsson málskjútti, tá ið hann økti um munin til 2-0. Einar Thorsteinsson hevur nú skorað sjey mál í næstbestu deildini í ár.

 

Undan steðginum minkaði Ari Dahl-Olsen um munin til 4-1, og stutt undan leikloki minkaði Albert Theis Nielsen um munin til 4-2. Hetta var aðru ferð í ár, at Ari Dahl Olsen var málskjútti í næstbestu deildini, og hetta var triðju ferð í ár, at Albert Theis Nielsen var málskjútti í næstbestu deildini. 

 

Týskvøldið fer 07 Vestur at spæla útsettan dyst á heimavølli ímóti B36, og um eina viku hittast B36 og 07 Vestur aftur. Tá verður tað í Gundadali.

 

Næsti dystur hjá TB verður um eina viku í Gundadali ímóti teimum næstbestu hjá HB.               

 

Mynd: TB