Bláa Bylgjan skipar fyri fótbóltskapping

Innandura kappingin fyri tey yngru verður á skránni komandi vikuskiftið

Í døgunum 28.-30. desember skipar Bláa Bylgjan, ið er fjepparafelagið hjá KÍ, fyri einari stórari innandura fótbóltskapping í KÍ høllini. Undirtøkan verður væntandi stór. Í 2012 vóru áleið 120 lið, við umleið 500 leikarum, sum komu úr øllum landinum.


Kappingin er skipað í hesar bólkarnar:


U 8 dreingir pinkulingar 5-7 ár (f. 2006-09)
U 10 dreingir Smápiltar 8-9 ár (f. 2004-05)
U 12 dreingir Piltar 10-11 ár (f. 2002-03)
U 14 dreingir Smádreingir 12-13 ár (f. 2000-01)
U 16 dreingir 14-15 ár (f. 1998-99)
U 18 dreingir unglingar 16-18 ár (f. 1996-97)
Vaksin (Hægst tveir leikarar úr Effodeildini/1-deild)
Sjómenn (skulu verða mynstraðir umborð í 2013)



Eftir ætlan vera kappingarnar hjá U8 og upp til og við U14 avgreiddar leygardagin 28. desember. U16, U18 og Sjómanskappingin verður sunnudagin 29. desember, meðan kappingin fyri vaksin verður seinnapartin mánadagin 30. desember. 



Gentulið fáa møguleikan at spæla saman við dreingjunum, men í einum aldursbólki lægri.

 


Hvørt liðið telur 5 leikarar og hægst 1 skiftisleikara, tó spæla U16, U18 og vaksin við 4 leikarum og hava hægst ein skiftisleikara.

 


Dómarar verða núverandi og fyrrverandi KÍ leikarar í bestu deildini.



Nr. 1, 2 og 3 fáa heiðursmerkir. Hjá teimum vaksnu fær vinnarin gávukort, meðan vinningar eisini eru til nr. 2 og nr. 3. Hjá sjómonnum eru steyp til vinnandi liðini.



Liðini skulu hava egin nøvn ella nevnast eftir fótbóltsfeløgum.
Tilmelding á tlf. 228660/261221 ella á blaabylgjan(at)blaabylgjan.com.




Seinasta freist at melda til kappingarnar hjá teimum yngru og sjómonnunum er hóskvøldið 26. desember kl. 19.00.



Kostnaðurin er 300 kr. fyri liðið hjá yngru deildunum. Hjá teimum vaksnu er kostnaðurin 400 kr.

 

Hjá sjómonnum er kostnaðurin 1000 kr., har borðhald eftir kappingina er íroknað.