Bláa Bylgja hitar upp til stórdystin í Klaksvík frá klokkan 17.30

Bláa Bylgja skipar fyri upphiting til KÍ-BK Häcken í hølunum hjá Norðoya Kvinnufelag í Bøgøtu 4 í Klaksvík

Fjepparafelagið hjá KÍ ger nógv burturúr nú KÍ skal spæla dyst í øðrum undanumfarinum móti BK Häcken úr Svøríki í øðrum undanumfarinum í Champions League. 

 

Dysturin við Djúpumýru byrjar klokkan 19.45 í annaðkvøld. Tað er langt síðani útselt, og vera tað 1.400 áskoðarar til dystin. 

 

Bláa Bylgja skipar fyri upphiting til KÍ-BK Häcken í hølunum hjá Norðoya Kvinnufelag í Bøgøtu 4 í Klaksvík frá klokkan 17.30 í morgin. 

 

Í hølunum hjá Norðoya kvinnufelag skipar Bláa Bylgja fyri andlitismáling, sølu av fjepparaútgerð, málan av fløggum o.a. 

 

Á økinum við gamla skýlið við Djúpumýru fer Bláa Bylgja eisini at seta eitt telt upp, har okkurt drekkandi og frá grilluni verður til keyps. 

 

Bláa Bylgja vónar, at fólk taka væl undir við tiltakinum og møta við Djúpamýru í góðari tíð.