Gott veður og tiltøkini, Vetrarljós og Vetrarjazzur, fingu rættiliga nógv fólk í býin í Havn í nátt. Sum heild var friðarligt, men løgreglan sigur, at serliga ein hending í miðbýnum í Havn órógvar tey, og tey leta nú eftir vitnum til hendingina.
Tað var nakað eftir klokkan tvey í nátt, at eitt vaksið par í tjúgunum, og ein bólkur av tannáringum, hittust á Vaglinum í Havn.
Tey fóru á práta, men tá ið prátið kom inn á jødatýningina undir krígnum, og jødahatur annars, gekk galið.
Tað, løgreglan fyribils veit, er, at tannáringarnir tvíhildu um, at holocaust var íspunnið og varð ongantíð farið fram, men at tað vóru maðurin og kvinnan ikki samd í.
Løgreglan sigur, at orð ókst av orði og at enda varð handfast ímillum partarnr við tí úrsliti, at bæði maðurin og kvinna í parinum, vórðu sligin.
Løgreglan sigur, at fyrst varð maðurin lagdur í vegin og sligin og sparkaður, og tá ið kvinnan vildi hjálpa honum, fekk eisini nøkur sløg, áðrenn tannáringarnir so tóku til rýmingar.
Løgreglan sigur, at fyribils bendir einki á, at tey hava fingið nakað serligt mein av hendingini, men tey vórðu rættiliga skelkað.
Tilburðurin varð meldaður klokkan 2.45 í nátt, men hendingin fór fram eina løtur áðrenn, kanska umleið klokkan 2.15.
Løgreglan sigur, at tað hava fingið at vita, at talan var um ein bólk upp á tríggjar ella fýra tannáringar, kanska onkur afturat, og at teir sóu út til at vera blaðungir tannáringar, um 15 ára aldur.
Løgreglan sigur, at er tað nakar, sum hevur varnast tilburðin í nátt og hevur sæð okkurt, sum kann hjálpa teimum at loysa málið, eru tey vælkomin at seta seg í samband við løgregluna.