Mitt í nátt varð boðað frá, at nøkur blaðung fólk høvdu stolið ein bil í Vestmanna. Tað vóru tríggir blaðungir dreingir, ímillum 15 og 18 ár, sum stólu ein bil, sum stóð parkeraður.
Eingin av teimum høvdu koyrikort, og úrslitið var eisini hareftir, tí teir høvdu bara koyrt nakrar heilt fáa metrar, so rendur teir á ein garð.
Løgreglan sigur, at teir eru skuldsettir fyri at hava stolið bilin, og tað, sum har til hoyrir. Men bileigarin er eisini skuldsettur fyri at hava latið lyklarnar liggja bí bilinum, og sostatt fyri ikki at hava tryggjað hann ímóti stuldri. Tað er nevniliga ólógligt at lata lyklarnar liggja í bilinum og tað fær eigarin 1.000 krónur í bót fyri.












