Tað eru tey stóru tíðindabløðini, Dimmalætting og Sosialurin, sum eiga Prentmiðstøðina, sum hevur til uppgávu at prenta bløðini og bera tey út til handlar og haldarar kring landið. Fyrstu tíðina vóru tað bert leygardagsbløðini, sum vórðu borin út hvørt fríggjakvøld. Síðan apríl 2001 hava bløðini verið borin út hvørt kvøld í vikuni í Havnini. Tilsamans 180 ungfólk kring landið arbeiða fyri Prentsmiðjuna. Stjóri á Prentsmiðstøðini er Eyðun Húsgarð, og samskipari fyri flutningi og útberingina er Hallstein Sigurðsson. Prentmiðstøðin prentar eisini nogv onnur bløð.
Nógv av teimum ungu, sum ganga við bløðum, eru eisini ítróttarfólk, tey svimjia, spæla hond- og fótbólt o.a. Herfyri vórðu nakrir av dreingjunum, sum arbeiða fyri Prentmiðstøðina, úttiknir til U17-landsliðið í fótbólti. Dreingirnir, sum vórðu úttiknir og arbeiða fyri Prentmiðstøðina, eru: Pætur T. Jørgensen í HB, Ólavur í Ólavsstovu í HB, Christian R. Mouritsen í HB, Ásbjørn V. Gunnarsson í B36 og Jóhan V. Gunnarsson í B36. Hóast hesir dreingirnir eru nógv upptiknir við venjing o.a., hava teir tíð at arbeiða fyri Prentmiðstøðina og ganga við bløðum. Teir eru glaðir fyri hetta arbeiðið, sum gevur teimum pening, ið teir sjálvir ráða yvir.
U17-landsliðið skal luttaka í NM-kapping í Noreg frá 26. juli til 4. august. Teir, sum vórðu útiknir til U17-landsliðið, eru: Bárður Mittelstein, Poul Thomas Dam, Christian R. Mouritsen, Pætur T. Jørgensen, Ólavur í Ólavsstovu, Tróndur Kragesteen, HB. Jóhan Davidsen, Einar Hansen, NSÍ. Borgar Kristiansen, Skála. Urbanus Olsen, Kristoffur Jacobsen, KÍ. Jóhan V. Gunnarsson, Ásbjørn V. Gunnarsson, B36. Jón Krosslág, VB. Sam Jacobsen, Per Jacobsen, GÍ. Andreas Lava Olsen, Rógvi Ryggshamar, LÌF.
Við í ferðalagnum verða hesi við sum leiðarar og hjálparfólk: Rúni Heinesen, ferðaleiðari, Bill Mc.Leod Jacobsen, venjari. Heðin Askham, hjálparvenjari. Thom Jakobsen, liðleiðari, Fanny Kruse, fysioterapeutur, Oddmar Andreasen, dómari, Henry Heinesen, hjálpari.
Ferðalagið fer úr Føroyum leygardagin 26. juli til Oslo, og koma tey heim aftur mánadagin 4. august.
Dystirnir teir skulu spæla verða hesir:
Týsdagin 29. juli Føroyar-Skotland
Mikudagin 30. juli Svøríki-Føroyar
Fríggjadagin 1. august Føroyar-Finland
Sunnudagin 3. august Plaseringsdystur
Frá Prentmiðstøðini verður sagt, at hóast áhugin er stórur fyri at ganga við bløðum, eru øll áhugaði vælkomin at seta seg í samband við teir á teldupostadressuni: prent@prent.fo. og skriva navn, bústað, telefon og aldur. Tey, sum ganga við bløðum, skulu hava fylt 13 ár.