Árliga mentanarvikan í Runavík, sum hevur fingið heitið - Skýming 2012 - verður í døgunum 21. - 28. oktober.
- Navnið endurspeglar eitt nú árstíðina, har myrkrið vinnur á ljósinum, og kvøldini gerast longri. Frá gomlum døgum savnaðust fólk hesa ársins tíð til søgu og mentanarligt undirhald fyri at stytta sær stundir. Navnið skýming verður soleiðis knýtt at hugna og gaman, siga tey, sum standa aftan fyri mentanarvikuna.
Lagt verður aftrat, at lokali listarmaðurin, Jóannes S. Hansen, hevur í ár málað málningin, ið prýðir prenttilfarið.
- Eins og áður fer mentanarvikan í Runavík at bjóða hópin av tiltøkum fyri allar aldursbólkar. Byrjað verður við setan í Løkshøll sunnudagin hin 21. oktober klokkan 15, og tað verður Annleyg Lamhauge, blaðstjóri á Kvinnu, sum heldur setanarrøðuna.
Á skránni verður eitt nú skemt, sangur við Sadie Sigurrós, estetiskur fimleikur, klaverspæl við Gwendolyn Philbrow, dansishow við Lukas Nyggard, og eisini fer hornorkestrið at spæla. Nósi kemur á vitjan við ballónum til børnini. Aftaná verður skipað fyri heilsutiltaki, har møguleiki verður at fara gongu- ella rennitúr.
- Leygardagin hin 20. oktober verður standmynd av Símuni á Høgabóli avdúkað á Høgabóli. Hetta tiltak byrjar klokkan 14.30, og øll eru hjartaliga vælkomin, siga fyrireikararnir.
Fleiri listaframsýningar eru alla vikuna á mentanarvikuni, sum vit fara at venda aftur til.