Jógvan Skorheim, býráðslimur í Klaksvík og fyrrverandi borgarstjóri, og Jóhann Lützen, blaðstjóri á Norðlýsinum, hava í dag keypt flutningstænastuna »Klaksvíksleiðina«, sum teir siga vera ta bíligastu og bestu at veita hesa tænastu.
Klaksvíksleiðin tekur sær av flytigóðsi, bæði fyri fyritøkur og privatpersónar. Fyritøkan hevur tveir vørubilar koyrandi millum Tórshavn, Eysturoy, Vágar og Klaksvík, og annars um allar Føroyar, har landfast er, hvønn gerandisdag.
– Undanfarni eigarin Jan Danielsen vendi sær til okkara og segði, at hann ynskti at steðga við Klaksvíksleiðini av ymsum orsøkum. Hann spurdi, um vit vóru sinnaðir at yvirtaka Klaksvíksleiðina, og so gekk skjótt, siga teir báðir fegnu nýggju eigararnir.
– Klaksvíksleiðin er ein væl rikin fyritøka, ið hevur ment seg nógv seinnu árini. Møguleikarnir fyri vøkstri eru nógvir, so vit fara undir hesa verkætlan við góðum treysti, sigur Jógvan Skorheim.
– Vit yvirtaka Klaksvíksleiðina í dag uttan at gera stórvegis broytingar. Fyrstu bilarnir eru longu farnir avstað sín fyrst túr við pakkum o.ø til okkara viðskiftafólk. Vit eru kappingarførir og ynskja at veita bestu tænastuna til okkara kundar, sigur Jóhann Lützen.