Í dag er fyrsti arbeiðsdagur hjá Árna Gregersen, sum tekur yvir fyrisitingarligu og innihaldsligu leiðsluna á Dimmalætting, sum í 71 ár hevur verið stýrd av Samuelsen-familjuni Árni Gregersen verður tann 18. blaðstjórin á 129 ára gomlu Dimmalætting. Hann tekur við eftir Inga Samuelsen, sum segði seg úr starvinum eftir at hava røkt tað fimm tey seinastu árini.
Fyrsti blaðstjóri á Dimmalætting var Lütje Lützen, exam. jur.. Hann hevði ? eins og 10 teir næstu blaðstjórarnir ? annað starv umframt blaðstjórastarvið.
Tann fyrsti, sum var blaðstjóri burturav á Dimmalætting, var Poul Niclasen, sum var blaðstjóri frá 1918 til 1936. Tá tók Georg Lindenskov Samuelsen við. Hann røkti blaðstjórastarvið í samfull 45 ár, til hann legði frá sær í 1981. Hann hevur sostatt leitt blaðið gjøgnum størstu broytingartíðina á tí redaktionella og tekniska økinum. Tá hann tók við sum blaðstjóri, var hann einsamallur um at skriva blaðið.
Í 1981 tók Benny Samuelsen við sum blaðstjóri, og røkti hann starvið til 1995, tá Beate L. Samuelsen gjørdist ábrygdarblaðstjóri og Georg L. Petersen tíðindablaðstjóri.
Seinni ? eftir at Beate L. Samuelsen varð vald í Tórshavnar Býráð í 2000 ? býttu tey um sess, soleiðis at Georg L. Petersen gjørdist ábyrgdarblaðstjóri frá 1. januar 2001 at rokna.
1. januar 2002 tók Ingi L. Samuelsen við sum ábyrgdarblaðstjóri ? og tann 1. apríl 2007 eitur stjóri og ábyrgdarblaðstjóri Dimmalættingar Árni Gregersen.
Ein søgulig broyting í føroyska fjølmiðlaheiminum, tí fyri fyrstu ferð í 71 ár er blaðstjórin Dimmalætting ikki eftirkomari hjá Andras Samuelsen.
Árni Gregersen er 56 ára gamal og hevur drúgvar royndir í tíðindayrkinum. Hann er útbúgvin av Danmarks Journalisthøjskole í 1976. Í praktikktíðini var hann á Vendsyssel Tidende, og síðani starvaðist hann fyrst eitt hálvt ár á Dagblaðnum og síðani í tvey ár í Útvarpinum frá 1976-78. Tá fór hann aftur til Danmarkar, har hann í fýra ár arbeiddi á BT.
Afturkomin til Føroya var hann fyrst eitt ár á 14. September, til hann aftur fór í Útvarpið. Í 1984 fekk hann starv í Sjónvarpi Føroya. Árni Gregersen var í Sjónvarpi Føroya til 1. januar í 1995, tá hann varð settur í starv sum varastjóri og redaktiónssekreterur á sjónvarpsstøðini TV2/Bornholm.
Nú Árni Gregersen verður blaðstjóri Dimmalættingar vendir hann sostatt aftur til blaðheimin eftir 24 ár í loftmiðlunum.