Blaðstjórar taka við dóminum

Tað vóru tveir samdir blaðstjórar Sosialurin fekk orðið á eftir at dómur var sagdur í rættinum í morgun. Báðir taka við dóminum, men kortini undrast teir yvir, at vit ikki kunnu lýsa við øli her, tá vit dagliga síggja slíkar lýsingar í útlendsku fjølmiðlunum


 
Blaðstjórin á Dimmalætting og blaðstjórin á Sosialinum vóru rættiliga samdir, tá vit hittu teir eftir dystin, og taka teir báðir við dóminum.
- Við hesum dóminum er tað staðfest, at vit eisini hava eina medábyrgd. Tað er fínt og tað taka vit til eftirtektar, segði stjórin á Dimmu, Hjalgrím Samuelsen.
Jan Müller, blaðstjóri á Sosialinum, segði seg bara vera samdan við Hjalgrím Samuelsen, men hann undraðist kortini á, at tað ikki ber til at lýsa við øl ella víni í dagsins Føroyum.
- Eg haldi tað er undarligt, at føroysk bløð við einum veikum fíggjarligum grundarlagi, ikki kunnu lýsa við slíkum, tá lýsingar av øl og víni dagliga floyma yvir føroyingar í teimum útlendsku avísunum, vikubløðunum og útlendsku sjónvarpsrásunum, segði  Jan Müller uttan fyri Føroya Rætt í morgun.
 
 
MYNDTXT:
Jan Müller og Hjalgrím Samuelsen taka báðir við dóminum, sum er ein bót upp á 5000 krónur, samstundis sum teir undrast á, at tað ikki er loyvt at lýsa við øl í Føroyum (Mynd Jens Kr. Vang)