Blaðstjórar á Sosialinum 1927-2007

Síðani Sosialurin kom út á fyrsta sinni í 1927 hava blað­stjórarnir

verið hesir:

1. Mourentius Viðstein

2. Petur Mohr Dam

3. Martin Joensen

4. J. H. Danbjørg

5. Poul Karbech Mouritsen

6. Villi Sørensen

7. Jákup Lindenskov

8. Torfinn Smith

9. Vilhelm Johannesen

10. Kristian Dahl

11. Jan Müller, fyritaksstjóri og ábyrgdarblaðstjóri og

12.Eirikur Lindenskov, blaðstjóri

 

Sum fyritøkan vaks, gjørdist neyð­ugt at býta sundur starv­ið sum blaðstjóri og fyri­taksstjóri.

Tískil varð Krisjan Dahl, sáli, sum doyði í bestu árum í 1998, settur sum fyr­i­taks­stjóri í 1983. Eitt skifti var Krisjan Dahl eisini pol­it­isk­ur blaðstjóri.

Eftir at Kristian Dahl doyði, gjørdist Jan Müller fyri­taks­stjóri og ábrygd­ar­blað­stjóri, meðan Eirikur Lind­enskov varð settur sum blað­stjóri.

Umframt blaðstjórarnar, hava eisini William Hein­e­sen og Heðin Brú verið deildarblaðstjórar.