Franska satirublaðið Charlie Hebdo prentar í dag fleiri nýggjar tekningar av Muhammed profeti.
Blaðstjórin sigur, at tær nýggju tekningarnar fara at skelka tey, sum vilja lata seg skelka.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Charlie Hebdo prentar tekningar av Muhammed profeti. Í november í fjør hevði blaðið eina tekning av profetinum á forsíðuni. Tað elvdi til, at misnøgd fólk royndu at seta eld á blaðhúsið.










