Blaðmannafelagið krevur grundgeving ella umbering

- Bill Justinussen verður noyddur at grundgeva fyri sínum ákærum. Ger hann ikki tað, má hann koma við eini treytaleysari umbering, sigur Heini Gaard, formaður í Føroya Blaðmannafelag

- Bill Justinussen hevur fullan rætt til at siga sína hugsan um føroyska tíðindaflutningin, men tað er sera álvarsamt, tá ein fólkavaldur løgtingslimur ákærir uttan grundgeving.
Tað sigur Heini Gaard, formaður í Føroya Blaðmannafelag, í sambandi við, at Bill Justinussen á heimasíðuni hjá Miðflokkinum og í Sosialinum í dag, millum annað vil vera við, at Dimmalætting gongur ørindi fyri máttmiklar bólkar.
- Vit taka tílíkar ákærur í størsta álvara. Bill Justinussen verður noyddur at grundgeva fyri sínum ákærum. Ger hann ikki tað, má hann koma við eini treytaleysari umbering, sigur Heini Gaard.

Bill vil skerja skrivifrælsi
Í brævinum heitir Miðflokkatingmaðurin á nýggja blaðstjóran á Dimmalætting um millum annað at gevast við at skriva niðurgerandi um kristnu virðini í føroyska samfelagnum. Hesa áheitan heldur formaðurin í Føroya Blaðmannafelag lítið um.
- Hatta er ein beinleiðis áheitan um at skerja skrivifrælsi, sigur Heini Gaard.
Í samrøðu við Sosialin metir Bill Justinussen, at samkynd hava alt ov stóra ávírkan á føroysku fjølmiðlarnar. Formaðurin í Føroya Blaðmannafelagnum hevur torført við at taka hesi úttalilsi fyri fult.
- Tað tykist sum Bill Justinussen hevur stórt innlit í seksuallívinum hjá føroyskum tíðindafólki. Hatta má standa fyri hansara egnu rokning, leggur formaðurin í Blaðmannafelagnum afturat.