Á Orknoyggjunum er bert eitt blað. Blaðið nevnist The Orcadian, og var blaðið stovnað longu í 1854. Craig Taylor, blaðmaður frá The Orcadian vitjar í Føroyum í hesum døgum, fyri at gera reportasjur til The Orcadian, bæði um føroysk ferðamál, føroyska mentan, og føroyskt vinnulív.
Hann heldur, at orknoyingar høvdu trivist væl, sum ferðafólk í Føroyum, og at føroyingar eisini høvdu kent seg væl, um teir ferðaðust í Orknoyggjum. Føroyar og Orknoyggjar hava nøkur søgulig bond, sum áttu at verið gagnnýtt nógv betur, har londini høvdu eitt tættari samstarv.
Í dag vitjaði Craig Taylor Miðlahúsið, og gjørdu vit eina samrøðu við hann. Samrøðan kann hoyrast í ljóðbrotinum undir greinini.