Blað má biðja Ozzy um umbering

Umframt eina umbering, má blaðið Daily Star eisini rindað eina ókenda upphædd.

Blaðið skrivaði nevniliga, at heilsan hjá 59 ára gamla tónleikaranum var farin at bilað, og at hann breyt saman undan Brit Awards, har hann saman við konuni og tveimum av børnunum var vertur.

 

Greinin, ið bar heitið ?Ozzy?s freak show?, pástóð, at Black Sabbat-sangarin breyt tvær ferðir saman, og at hann møguliga ikki er førur fyri at standa á palli.

 

Hvussu stór upphæddin er, sum blaðið skal rinda, er ikki alment, men pengarnir fara allir til vælgerandi endamál, í sambandi við krabbamein.

 

Blaðið hevur nú biðið Ozzy um umbering og viðgingið, at greinin ikki eru sonn, og at hon ikki skuldi verið almannakunngjørd.