Enskir fótbóltsfjepparar fingu ein hvøkk, tá blaðið News of the World segði seg hava avdúkað, at landsliðsvenjarin hjá Onglandi, sviin Sven-Göran Eriksson, er sinnaður at fara úr starvinum við teirri treyt, um hann fær 55 milliónir krónur í ársløn aðrastaðni
Talsfólk hjá Eriksson vísa tó aftur, at hetta skal hava nakað við veruleikan at gera, og hava greitt frá í BBC, at talan er um "beran heilaspuna".
Eitt tíðindafólk frá News of the World segði seg annars vera arabiskan ríkmann, og hesin kunnaði seg um møguleikarnar at keypa Eriksson úr landsliðssessinum, og hetta vil sviin heldur ikki vísa aftur. Sven-Göran Eriksson, sum hevur verið landsliðsvenjari í hálvtsætta ár sigur, at alt er møguligt, men sigur seg tó ikki vilja fara úr sessinum í ótíð.
Sven-Göran Eriksson, ið fekk eitt falskt tilboð áljóðandi 55 milliónir krónur um árið eftir skatt, avdúkar, at verandi sáttmálin honum 30 milliónir krónur netto inn á bankabókina.









