Blaðið og summarið

SUM lesarar okkara hava lagt til merkis, verður blaðið nú lutvíst prentað í litum. Hetta hendir eftir at Sosialurin og Dimmalætting eru farin í samstarv um felags prentsmiðju. Umleggingin til litprent setir stór krøv til arbeiðsplássið. Arbeitt verður nú miðvíst við hesi umlegging - samtíðis sum blaðið eisini fer at fáa nýtt layout tvs. at blaðið einaferð eftir summarsteðgin fer at koma út í nýggjum sniði. Ætlanin við hesum stigi er at gera blaðið meira lesilig, áhugavert og spennandi fyri lesaran. Hvat viðvíkur litprentinum, so metir leiðslan á blaðnum tað vera neyðugt at taka hetta stóra stig, fyri eitt nú at ganga okkara lýsarum á møti.

FYRI nógvum árum síðani løgdu fleiri av føroysku bløðunum heilt stilt um summarið. Okkurt blað minkaði um útgávurnar, okkurt um síðutalið. Eisini loftmiðlarnir plaga at minka um virksemi hesa tíðina á árinum. Vit minnast eisini, at Sjónvarpið eitt skifti heilt gavst at senda Dag og Viku um summarið.


NÚ lesararnir eru vanir við at fáa nøkur bløð nærum hvønn dag, so ber heldur ikki til at kappa á stokkinum. Tí koma bæði Dimmalætting og Sosialurin út fimm dagar um vikuna eisini í summarfrítíðini tó við minni síðutali. Her á blaðnum hava vit so roynt at hava so frægt av fólki til arbeiðis, at lesarar okkara kunnu fylgja við í tí, sum fyriferst í samfelagnum. Hóast fólk hava summarfrí og virksemi í landinum er minkað nógv, so liggja samfelagshjólini heldur ikki heilt still. Og fyri tað at løgtingið er farið í summarfrí, so hendir kortini ymiskt á tí politiska økinum, sum eisini pressan má fylgja við í. M.a. tí kemur Sosialurin út sum vant.


SUM lesarar okkara hava lagt til merkis, verður blaðið nú lutvíst prentað í litum. Hetta hendir eftir at Sosialurin og Dimmalætting eru farin í samstarv um felags prentsmiðju. Umleggingin til litprent setir stór krøv til arbeiðsplássið. Arbeitt verður nú miðvíst við hesi umlegging - samtíðis sum blaðið eisini fer at fáa nýtt layout tvs. at blaðið einaferð eftir summarsteðgin fer at koma út í nýggjum sniði. Ætlanin við hesum stigi er at gera blaðið meira lesilig, áhugavert og spennandi fyri lesaran. Hvat viðvíkur litprentinum, so metir leiðslan á blaðnum tað vera neyðugt at taka hetta stóra stig, fyri eitt nú at ganga okkara lýsarum á møti.


TAÐ er okkara sannføring, at lesararnir og viðskiftafólk annars fara at taka umrøddu broytingar sum eina positiva avbjóðing, sum aftur kann vera við til at menna føroyska blaðheimin, gera hann meira spennandi og áhugaverdan. Samtíðis sum eitt nýtt og møguleikagevandi grundarlag verður lagt verður alstórur dentur lagdur á at menna tann redaktionella tvs. innihaldsliga partin av blaðnum. Í løtuni eru fleiri av ?innleggunum? í blaðnum so sum vikuskiftisinnleggið, Hygg og Hoyr, Yngd o.a. í summarfrí. Tá hesi innlegg aftur verða náttúrligur partur av blaðnum í heyst, verða tey við til at geva lesarum eina enn meira fjølbroytta vøru.


VIT eiga ikki at gloyma ta orðaskifti, sum dagliga er í føroysku bløðunum. Ein av orsøkunum til, at vit ikki skerja niður útgávurnar hesa tíðina er eisini tann, at vit meta tað týdningarmikið fyri samfelagið sum heild, at orðaskiftið kann halda fram. Tí er tað vón okkara, at føroyingar eisini hesa tíð halda fram við tí dialogi, ið er so týdningarmikil fyri samfelagsgongdina. So Sosialurin er opin fyri øllum meiningum eisini í summartíðini.


VIT fara við hesum at ynskja øllum føroyingum eina góða summarferiu við vón um, at blaðið kann bera tykkum tíðindi og annað úr Føroyum, har tit enn eru stødd í heiminum. Vit eiga heldur ikki at gloyma teir framúr góðu møguleikar sum Internet-Sosialurin gevur føroyingum burturi sum heima.nskt, áðrenn tær kundu dømast, tí tað varð sagt, at eingin próvdómari í biologi og samfelagsfrøði, sum skilti føroyskt, var tøkur.

Teir næmingarnir, sum fóru til próvtøku í biologi og samfelagsfrøði, skuldu, tá teir settu seg við próvtøkuborðið, skriva undir uppá, at teir heimilaðu, at uppgávurnar vórðu umsettar til danskt, áðrenn tær vórðu dømdar. Av umleið 35 næmingum vildu tólv næmingar ikki skriva undir, og tískil fingu teir einki prógv, men eina váttan um, at teir høvdu gingið á skúlanum í trý ár, at teir høvdu fingið øll próvtølini uttan í skrivligari biologi og samfelagsfrøði, og tískil ikki høvdu staðið royndina.


Stórar broytingar

Jógvan Jespersen staðfesti, hvussu stórar broytingarnar hava verið hesa síðstu fjórðings øldina. Nú verður tosað og skrivað á føroyskum, og nú snúgva uppgávurnar seg um føroysk viðurskifti. Tað gjørdu tær ikki í 1975.

Tað árið var heitið á skrivligu uppgávunum í biologi ikki serliga vinarligt móti føroysku næmingunum. Teir skuldu Give en økologisk beskrivelse af en dansk løv? eller nåleskov. Og teir skuldu anføre nogle sandsynlige konsekvenser med hensyn til frøens biologi i Danmark.

Hetta sigur okkum, at talan ikki bara var um ein danskan skúla, tá tað snúði seg um málið, men eisini um innihaldið.

Ivaleyst setur danska undirvísingarverkið framvegis sín dám á føroysku miðnámsútbúgvingarnar. Og ivaleyst verður gongdin í framtíðini tann, at útbúgvingarnar fara at gerast alt meiri altjóða kendar, men tað er einki at ivast í, at á summum økjum hevur tað gingið rætta vegin síðstu fjórðings øldina.

? At næmingarnir ofraðu prógvið fyri móðurmálið tykist ikki hava skaðað útbúgvingar? og virkisleiðina. Próvleysu næmingarnir síggjast aftur nógva staðni í samfelagnum, og tveir teirra hava verið valdir inn á ting fyri sambandsflokkin, segði Jógvan Jespersen, sum harvið vísti til Bjørn á Heygum og Marius Dam.


Hugnalig samvera

Í fjósinum hjá Føroya Ríðingarfelag í Havnardali fingu luttakararnir ábit eftir túrin í Reynsmúlalág.

? At ganga niðan á Reynsmúlalág og aftur í fjósið hjá Ríðingarfelagnum var eingin trupulleiki hesa ferð. Men spurningurin er, hvussu tað fer at verða, tá vit fara at halda hálvt hundrað ára dagin, helt ein av luttakarunum.

Í Hoydølum var veitsla seinni um kvøldið. Tað var dýrdarveður, og skipað var fyri myndatøku uttanfyri skúlan ? akkurát sum fyri 25 árum síðani. Næmingarnir stóðu og sótu í somu røð, sum teir sótu og stóðu tá, men onkur helt fyri, at beinkirnir tóktust eitt sindur tódnaðir!

Undir borðhaldinum vóru fleiri røður. Fýra lærarar vóru møttir. 87 ára gamla Daniella Olsen, sum vísti seg at vera sera væl fyri, og so tær yngru Katrin Thomassen, Inge Flø Jørgensen og Jette Hoydal. Jette mintist í síni røðu aftur á, at hesin árgangurin var tann fyrsti, sum hon undirvísti í Hoydølum. Nú er tað næsta ættarliðið, sum fær málsliga undirvísing, og sum tað verður roynt at læra upp til ábyrgdarfullar og sosialt medvitandi samfelagsborgarar.

Dýrdarveðrið gjørdi, at tað bar til at hugna sær bæði inni og úti. Eitt orkestur spældi, og tá tað leið nakað út á náttina, fór Sámal Ravnsfjall á pallin og sang um medistaran í karry.

Nakrir fáir næmingar høvdu ikki umstøður at vera við leygardagin. Fyri tey, sum hittust, var talan um ein framúr hugnaligan dag. Onkrir floksfelagar høvdu ikki hittst hesa síðstu fjórðings øldina. Semja var um, at so long tíð skal ikki renna, áðrenn tað næstu ferð verður skipað fyri felags samveru.th;ur uppaftur neyðugari í einum føroyskum sjálvberandi fiskivinnubúskapi.



Við tøkk fyri upptøkuna.



Egil Olsen - fiskivinnufrøðingur




Myndatekstur (Mynd av Egil Olsen)


Vit sóu í kreppuárunum, hvussu alt samfelagið ávirkaðist av tí negativu gongdini í fiskivinnuni og vit síggja í dag, hvussu alt samfelagið ávirkast av tí positivu gongdini í fiski- og alivinnuni.Ì eini tíð, har fría kappingin ræður og har broytingarnar henda skjótari enn nakrantíð, er tað sera umráðandi altíð at vera kappingarførur mótvegis kappingarneytunum. Hetta krevur gransking, sigur Egil Olsen, fiskivinnufrøðingur, sum her roynir at birta uppundir kjak um føroyska fiskivinnugransking