Blaðið hevur mist ein góðan vin

Finnbogi Ísakson er deyður, og vit syrgja. Kona og synir hava mist kæran mann og pápa, systkini hava mist yngsta beiggjan, og føroyska samfelagið hevur mist ein av dugnaligastu politikarunum og tíðindamonnunum.

Eisini vit á Sosialinum kenna, at vit hava mist ein hollan stuðul. Finnbogi var altíð stuðul hjá miðlunum. Journalistikkurin var umframt politikkurin hansara dagliga yrki. Hann dugdi handverkið betri enn tey flestu, og hann var avbera góður og greiður at gera samrøður við. Eingin ivaðist í, hvør boðskapurin var, sum hann vildi hava fram, og tað lá so raðið fyri hjá honum, at tað plagdi at verða tikið til í okkara umhvørvi, at tað á tí, sum hann segði, hoyrdist, hvar tað skuldu verða reglubrot, punktum, komma, kolon osv.
Finnbogi hevði stóran áhuga í menningini av Sosialinum. Hann luttók onkra ferðina á íblástrarfundum fyri blaðfólkini, meðan vit framvegis vóru á Argjum, og serliga eftir at vit fluttu í Vágsbotn, var hann áhugaður.
Eftir at hann hevði lagt tingstarvið frá sær, hevði hann betri stundir og umstøður til sítt gamla yrki, og hann dugdi at síggja nógvar møguleikar í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Tað var í umhvørvinum her niðri, at hann fyri næstan hálvt hundrað árum síðani gjørdist útvarpsmaður, og onkra ferðina, tá ið hann var inni á gólvinum á Sosialinum, tosaði hann um møguleikar, sum eru í húsinum, og sum vit framvegis ikki eru komin til. Vit eiga framvegis hugskotini hjá honum, men tíverri verður tað uttan hann, at tað verður arbeitt víðari við teimum.
Finnbogi var framúr eygleiðari og viðmerkjari. Tað hava lesarar okkara sæð tey seinastu árini. Hann setti orðaskiftið í bløðunum høgt. Honum dámdi væl, at vit fóru undir tinghelluna, og við greinum og tinghelluklummum lyfti hann orðaskiftið á hægri støði. Hugskotið hjá okkum um navnateigin, sum áhugin er stórur fyri millum lesararnar, stavar partvís frá teigum av hesum slagnum, sum Finnbogi hevur havt. Í fína Tíðindablaðnum 1974-75 og síðani í 14. september, har hann eitt skifti var blaðstjóri.
Eitt tað síðsta avrikið, sum hann gjørdi í útvarpinum, var, at hann í fýra sendingum tók samanum tað, sum hann hevði fingið burturúr at lesa bók, sum umrøddi globaliseringina rættuliga kritiskt. Manuskriptið til fyrilestrarnar gjørdist til fýra greinar í blaðnum. Tilfarið hevur síðani verið nýtt í fleiri miðnámsskúlum. Tað líkaði Finnboga, at gott føroyskt tilfar var tøkt í skúlunum, og alt tað, sum hann sjálvur legði úr hondum, toldi avgjørt at sammetast við alt annað.
Fyri okkum, sum arbeiða í fjølmiðlaheiminum, er orðaskiftið um miðlarnar og leiklutin hjá teimum í framtíðini altíð áhugavert. Í hesum var Finnbogi gull verdur. Ein av mongu sterku síðunum hjá honum var, at hann dugdi so ógvuliga væl at síggja møguleikarnar, og hann hevði fingurin á pulsinum á føroysku fólkasálini.
Tá ið tað snúði seg um bløðini og loftmiðlarnar, var Finnbogi, sum hann var tað í øllum øðrum førum, jarðbundin. Hetta skal skiljast soleiðis, at hann var ógvuliga tilvitaður um føroyska veruleikan. Hann ásannaði, at tað bar ikki til at menna bløð og vørp á sama hátt, sum teir gera, har fíggjarliga orkan er so nógvar ferðir størri, enn hon er hjá okkum. Men tað helt hann ikki skuldi siga tað sama sum, at tað ikki bar til at menna miðlarnar. Tað ráddi um hugflogið. Tað er grundað á innlitið, og tað hevði Finnbogi sum fáur ella rættari sum eingin annar.
Vit drýpa høvur í samkenslu við Ásu, dreingjunum og øllum, sum stóðu Finnboga nær, og vit lýsa frið yvir politikaran, fjølmiðlamannin, samstarvsfelagan og vinmannin Finnboga Ísakson.
SOSIALURIN
Jan Müller, ábyrgdarblaðstjóri