Facebook er í sínari størstu kreppu, eftir at tað er komið fram, hvussu upplýsingar um brúkarar á Facebook vóru brúktir í herferð undir amerikanska forsetavalinum. Fyritøkan Cambridge Analytica, sum stóð fyri innsavnan av upplýsingum hjá umleið 50 milliónum Facebook brúkarum, er í miðdeplinum í gøluni.
Atfinningarnar ímóti Facebook eru nógvar, og bæði í Bretlandi og USA skulu kanningar gerast av Facebook og teirra innsavnan og brúk av persónligum upplýsingum hjá fólki.
– Sosiali miðilin verður fagnaður fyri at kunna skapa samband millum fólk og á einum góðum degi at víðka fólkaræðið og kjakið, men har er eisini ein baksíða, og hana síggja vit alsamt betri, skrivar blaðið Jyllands-Posturin í leiðara í dag.
– Sjálvt tey mest bláoygdu munnu nú hava funnið út av, at Facebook er ein risastór forrætning, sum fyrst og fremst livir av lýsingum. Hesar lýsingar verða seldar við at vita so nógv sum gjørligt um brúkararnar, og einki eftirlit er við hesum upplýsingum, skrivar Jyllands-Posturin.
Blaðið heldur, at Facebook er sloppið so væl undan atfinningum higartil, tí miðilin stavar frá kreativa klassanum í universitetsumhvørvinum.
– Tað rýkur av caffe latte frá Starbucks, vøkrum ungdómi, innbjóðandi skrivstovulandslagi, framfýnsum universitetum og einari vinstravendari yvirvaldsuppgerð á marknaðinum og í miðlavinnuni. Men tað er bert ein partur av søguni. Facebook og aðrir sosialir miðlar, sum frásiga sær týðandi ábyrgd, eru eitt amboð til at undirgrava júst tað, sum tey siga seg styrkja – fólkaræðið og kjakið, skrivar Jyllands-Posturin.
Blaðið heldur, at hetta seinasta málið eigur at fáa fólk at vera minni góðtrúgvin um fyritøkur sum Facebook.
– Fyritøkurnar eru ikki óndar í sær sjálvum, men tær stríðast heldur ikki fyri tí góða. Teirra fokus er á botnlinjuni, heldur Jyllands-Posturin.










