Blaðfólk fingið nýggjan sáttmála

Seinnapartin skrivaðu Anna Ellingsgaard, forkvinna í Blaðmannafelagnum, og Hjalgrim Samuelsen, formaður í Blaðútgevarafelagnum undir nýggjan lønarsáttmála næstu tvey árini Sáttmálin gevur blaðfólkunum eina lønarhækking uppá trý prosent um árið í tvey ár. Eitt av prosentunum hvørt árið fer til eftirlønina og tvey prosent verða løgd omaná lønina.

Umframt lønina, fáa blaðfólk við nýggja sáttmálanum tveir frídagar aftrat um árið, soleiðis at tey nú hava tríggjar slíkar frídagar, umframt summarfrítíðina.

Eins og roynt var fyri tveimum árum síðani var tosað um at fáa eina vaktarskipan inn í sáttmálan. Hetta eydnaðist kortini ikki.

Í Blaðmannafelagnum eru um 100 limir.