Klaksvík:
Berit hevur skrivað onkra greinina bæði til sjálvan Sosialin og so eisini til ungdómsblaðið . Eisini hevur hon tikið myndir og roynt at arbeitt við teimum.
? Eg haldi ikki, at eg hevði kunnað verðið blaðfólk, tí eg eri ikki nóg framlig, sigur Berit, sum heldur, at tað hevur verið sera torført at seta seg í samband við fólk og spyrja tey spurningar.
Hon hevur fyri tað mesta arbeitt á redaktiónini í Klaksvík, men hon hevur eisini verið og vitjað hinar redaktiónirnar.
Ein dagin var hon á Argjum og arbeiddi har. Ein annan dagin vitjaði hon redaktiónirnar í Eysturoynni og í Vágoynni.
Og ein triðja dagin fór hon saman við Rúnu Sivertsen til Havnar, har hon fylgdi við í allari arbeiðsgongdini frá tíðliga á morgni, og til blaðið varð prentað. Hon nýtti eisini høvi henda dagin til at taka nakrar myndir til tilfar, sum hon sjálv hevur skrivað.
? Mær hevur dámt sera væl, og serliga tá eg eisini slapp at vitja hinar redaktiónirnar og ikki at gloyma at taka myndir, sigur Berit, sum heldur, at hon hevur fingið nógv burtur úr tíðini á Sosialinum. Men hon sigur eisini, at tað er nógv bíðitíð innan hetta yrkið, og tað kundi til tíðir vera eitt sindur køvisligt.
? Men tá so okkurt hendir, so er tað við ferð á, sigur Berit Mohr, sum mánadagin aftur fer í skúla á Ziskatrøð saman við floksfeløgunum í 9. b.