Blaðfólk burturflutt í Libya

Uttanríkisráðið í Italia sigur, at fýra italsk blaðfólk eru burturflutt í libyska høvuðsstaðnum Tripoli. Blaðfólkini vórðu tikin og burturflutt, tá tey vóru á veg í bili úr Tripoli til havnarbýin Zawiya, sum er einar 40 kilometrar vestan fyri høvuðsstaðin. Tey fýra blaðfólkini, tríggir menn og ein kvinna, arbeiða fyri italsku bløðini Corriere della Sera, La Stampa og Avvenire.

Italska tíðindastovan Ansa skrivar, at tað vóru fólk, sum styðja Muammar Gaddafi, sum tóku tey fýra blaðfólkini. Tey vórðu flutt til eini hús, og ein av blaðmonnunum slapp at ringja til sín blaðstjóra at siga frá, hvat var hent.

Italia var millum tey londini, sum settu NATO-álopið á Libya í verk, og NATO-flogfør hava nýtt flogvøllir í Italia til álopini.