Blaðberarasteypið til HB

Talan gjørdist um høvuðsstaðaruppgerð í steypafinaluni í dreingjadeildini, har HB og B36 tryggjað sær finalusessin. Hetta varð annars gjørt sama dag, sum finalan skuldi leikast, og spurningurin er helst, hvørt tað er rætt, at leggja somikið stórar byrður á leikararnar, at teir skulu spæla tveir krevjandi dystir sama dag.
Fyri stuttum hittust liðini bæði í landskappingini, og ta ferðina vann B36 ein tryggan 4-0 sigur, men leygardagin var øðrvísi.
Eftir einum korteri hevði HB lagt seg á odda, og undan steðginum eydnaðist tað eisini at økja til 2-0. Eftir steðgin komu fýra mál, og átti HB øll av hesum, soleiðis at endaliga úrslitið gjørdist 6-0.
Hetta er fyrsta ferðin, at kappast verður um blaðberarasteypið, sum Prentmiðstøðin hevur latið.