Gerandisgleðir
ladosleve.blogspot.com
Dorit bloggar um gerandislív og mentan. Hon skrivar á føroyskum og enskum. Væl skrivað og áhugavert at lesa. Bloggurin inniheldur nógvar og góðar myndir.
Dagførdur: Umleið annan hvønn dag
Birk
birkblog.blogspot.com
Birgir Kruse bloggar um miðlar, mentan og tónleikalív. Bloggurin er á føroyskum, og Birgir skrivar greinir um, hvat hann meinar og upplivir í Føroyum og uttanlands.
Dagførdur: Umleið 10-15 ferðir um mánaðin
Bergljót av Skarði
b-av-s.blogspot.com
Bloggurin hjá Bergljót er so serstakt føroyskur. Føðingardagar, bindiklubbar og so eitt sindur av kjaki um føroyska málið. Nógvar, nógvar myndir, ið eg ímyndi mær, at vinfólkini hjá henni fara inn at hyggja at.
Dagførdur: Næstan dagliga
Turið bloggar
www.turidbloggar.tk
Turið bloggar, tí hon býr í útlegd. Men eg vóni ikki, at hon gevist tann dag, hon flytur aftur til Føroya, tí hennara bloggur er bæði stuttligur og vælskrivaður. Ungdómligur og persónligur bloggur.
Dagførdur: So at siga dagliga
Mais:a
www.kvinna.fo
Kvinna hevur fleiri áhugaverdar bloggar. Sniðgevin á Kvinnu stendur aftan fyri ein tann besta. Við góðum myndum og skapanargleði vekir hon hugin til at fara í holt við bæði eitt og annað handaligt. Einasti feilur er, at hon ikki skrivar oftari.
Dagførdur: 5-10 ferðir um mánaðin
The Ivy
eivy-johannesen.blogspot.com
Bloggmiðilin er serstakt stórur millum ungar kvinnur, og tað er hesin bloggur eitt dømi um – Eivy skrivar um móta og rák við dømum úr hennara egna lívi.
Dagførdur: Annaðhvønn dag ella oftari
Box
Vil tú hava tín egna blogg kann tú fáa tað inni á www.blogger.com ella á www.wordpress.com