Hevði stórtingsval verið í Noregi í dag, høvdu Høgri og Framburðsflokkurin fingið so mikið nógvar atkvøður, at teir kundu skipað stjórn einsamallir. Sambært einari nýggjari meiningakanning høvdu teir báðir flokkarnir fingið 86 umboð í Stórtingið.
Verandi stjórnarflokkar høvdu fingið 73 tinglimir, men Arbeiðaraflokkurin hjá Jens Stoltenberg, forsætisráðharra hevði framvegis verið landsins størsti flokkur.
Norskir eygleiðarar siga, at úrslitið setir spurnartekin við, um miðflokkarnir hava nakra framtíð í Noregi.










