Í seinastu viku fingu Hans Ravnsfjall og tey vitjan av einum bláum gullsmiði í nýbygdu húsum teirra í Ovaru Sørpum í Sandavági. Sjáldsami gesturin kom inn við klæðunum, sum tikin vórðu av snorinum.
Summarfuglurin var umleið átta sentimetrar úr høvdu í haga.
Mikudagin lendi sama slag summarfuglur umborð á bátinum hjá Lúkku og Børn Paturssin, tá ið tey vóru á veg úr Koltri til Kirkjubøar, skrivar faroenature.net
Hetta slagið av gullsmiði stavar upprunaliga úr Afrika og Asia og er kent fyri at ferðast til londini í Suður- og millumeuropa. Hann er funnin ynglandi so langt norðaliga sum í Danmark.










