22 fólk eru deyð av einari bilbumbu í Bagdad í morgun. Umleið 40 onnur vórðu særd. Bilbumban brast tætt við eina stóra bussstøð, har nógv fólk sótu og bíðaðu eftir bussinum. Sambært myndugleikunum doyðu 22, og umleið 40 vórðu særd.
Bumbuspreingingin var í tí shiamuslimska býarpartinum Bayaa. Eina aðrastaðni í býnum kravdi ein granat tvey mannalív, og 14 fólk vórðu særd.
Løtu seinni kunngjørdi bretska herleiðslan í Irak, at tveir bretskir hermenn doyðu í einari bumbuspreinging í býnum Basra í morgun, og at ein triði varð særdur.










