Blóðugur dagur í Irak

Dagurin í dag hevur verið so blóðugur í Irak, at hann sambært myndugleikunum er tann ringasti í tveir mánaðir. Fleiri bumbuspreingingar hava verið í Bagdad, og tíðindastovurnar skriva, at 53 fólk hava latið lív, og at minst 121 eru særd.

Millum annað søktu bumbumenn at einum líkfylgi í norðara parti av Bagdad. Tað eru yvirhøvur shiamuslimar, sum búgva har, og tá løgreglan kom á staðið, fóru fólk at steina løgreglumenninar. Eina aðrastaðni í býnum brast ein vegjaðarabumba, og uppaftur eina aðrastaðni brast ein bumba tætt við ein buss.

Sambært irakska verjumálaráðnum hava 172 fólk latið lív í bumbuspreingingum og øðrum yvirgangi teir seinastu fjúrtan dagarnar. Talið í desember var 151.