Týskvøldið hendi tað, sum ikki skuldi henda.
Fótbóltsviðhaldsfólk, sum vóru komin til Keypmannahavn at hyggja eftir UEFA-Cup finaluni í gjárkvøldið, fóru til hendurs í miðbýnum, og fleiri fingu skaða.
Arsenal úr Englandi og Galatasaray úr Turkalandi skuldu spæla fótbóltsdystin í gjárkvøldið, men fyrrakvøldið fóru viðhaldsfólkini longu í gongd, og tá løgreglan misti tamarhald á støðuni, varð rokið øðiligt.
Sambært danska Ekstrablaðnum byrjaði rokið, tá onkur tveitti eina fløsku eftir nøkrum turkiskum monnum, sum høvdu gjørt alt tað teir kundu fyri at fáa ilt í teir ensku áskoðararnar, sum hildu til á matstovuni, Abasalon, á Strøgnum.
Løgreglan legði upp í og royndi at spjaða mannamúgvuna, men áðrenn tað eydnaðist løgregluni at koma á mál, vóru fleiri enskir áskoðarar, sum vóru klárt í undirtali, bukaðir av, og fleiri ferðir noyddust meira sinniligir turkarar at forða fyri at tað ikki endaði heilt galið.
Ein enskur áskoðari varð stungin í ryggin, og í gjár var ógreitt, hvussu hann hevði tað.
Ikki fyrstu ferð
Sama skil var eisini, tá enska felagið Leeds spældi dyst í UEFA-Cup kappingini í Turkalandi. Tá lótu tveir viðhaldsmenn lív undir rokinum, og síðani hevur rokaligt millum enskar og turkiskar fótbóltsáskoðarar.
Danska løgreglan hevur fyrireikað seg til ófrið í sambandi við finaludystin, og stórt løgreglulið skuldi verða á varðhaldið undir dystinum í gjárkvøldið.
Tíðindi hava gingið um, at áskoðarar úr Leeds ætlaðu sær til Keypmannahavnar at løna turkunum aftur fyri illgerðina, og donsku fjølmiðlarnir væntaðu í gjár, at løgreglan fór at hava nóg mikið at takast við í sambandi við dystin.