Blóðugt vikuskifti í Afghanistan

Í minsta lagi 14 afghanskir løgreglumenn, 12 sivilfólk og seks amerikanskir hermenn hava latið lív í bumbuspreingingum og samanbrestum í Afghanistan um vikuskiftið. Myndugleikarnir siga, at níggju løgreglumenn doyðu, tá uppreistrarmenn lupu á eina løgreglustøð í Kunduz-landspartinum í gjárkvøldið. Um somu tíð doyðu løgregluovastin í Kunduz og bilførari hansara av einari bumbuspreinging.

Í Kishim-økinum, ið vanliga verður roknað sum eitt av teimum friðarligu økjunum í Afghanistan, doyðu fimm løgreglumenn, tá bilur teirra koyrdi á eina vegjaðarabumbu.

Amerikanska herleiðslan í Afghanistan boðaði í gjárkvøldið frá, at seks amerikanskir hermenn høvdu latið lív í gjár, og at 12 sivilfólk doyðu, tá uppreistrarmenn skutu eftir einum bussi nærhendis pakistanska markinum.