Tann vápnaði palestinski felagsskapurin Islamskt Heilagt Kríggj hevur nógvar viðhaldsmenn í Gaza býi, og sagt verður, at nógvir palestinar runnu út á gøturnar við maskinbyrsum og heimagjørdum rakettum, tá ísraelsku hermenninir lupu á gjáranáttina.
Tríggir palestinskir fregnartænastuyvirmenn doyðu, og fimm løgreglumenn vórðu søærdir, tá ísraelskar stríðstyrlur skutu rakettir eftir einari støð hjá palestinsku trygdarmyndugleikunum tætt við Shajaiyeh eystan fyri sjálvan Gaza bý.
Í grannabygdini Tufah norðan fyri Gaza bý doyðu minst fýra palestinar, teirra millum tveir løgreglumenn, tá ísraelski herurin søkti at har. Sagt verður, at umleið 20 palestinar vórðu særdir í hesum økinum, sum vanliga verður hildið at vera eitt av teimum sterku økjunum hjá felagsskapinum Fatah.
Eina aðrastaðni doyðu tríggir palestinar, tá ísraelæskir hermenn sprongdu ein bygning í luftina.
Ísraelska herleiðslan vildi ikki gera viðmerkingar til álopið í Gaza gjáranáttina, men ein kelda í verjuleiðsluni segði fyri fjølmiðlum, at endamálið við álopinum var at órógva samskiftið millum teir palestinsku yvirgangsfelagsskapirnar.