Bumbur og onnur álop í trimum ymiskum landspørtum hava kostað í minsta lagi 50 fólkum lívið, og uppaftur fleiri hava fingið skaða. Í Nigeria ákærdi landsins forseti, Goodluck Jonathan, ein islamskan bólk fyri at standa aftan fyri eina brest á einum marknaði í høvuðsstaðnum í landinum. Sagt verður at 11 eru deyð á marknaðinum, har fólk vóru komin saman at ynskja hvørjum øðrum gott nýggjár.
Í útnyrðingspartinum av Pakistan hava tvey amerikansk missil gjørt av við 14 fólk á markinum til Afganistan. Fyrra missilið drap 9, hitt seinna 5 fólk.
At enda boðar Nato frá at teirra ISAF-styrkir í Afganistan hava gjørt av við 8 uppreistrarfólk og tikið ein talibanleiðara til fanga.
Í egyptiska Miðalhavsbýnum Alexandria telja tey framvegis tey deyðu eftir at ein bumba sprongdist framman fyri einari kirkju. Fyribils tølini siga 21 deyð.
Talan var um eina bilbumbu sum sprongdist júst sum fólk vóru á veg til nýggjársgudstænastu, skrivar Reuters. Minst 43 vórðu særd.
Eftir bumbubrestin stóðst stríð millum kristin og muslimar, sum kastaðu við gróti eftir hvørjum øðrum.