Umleið 30 fólk hava latið lív í hørðum samanbrestum millum stjórnarherin og tamilskar uppreistrarmenn. Herleiðslan í Sri Lanka sigur, at tamilskir uppreistrarmenn hava søkt at støðum hjá herinum har norðuri í landinum. Stjórnarherurin svaraði álopinum, og minst 20 tamilar lógu eftirá, sigur ein talsmaður hjá herinum.
Ein talsmaður hjá teimum tamislku tikarunum sigur, at í einum øðrum samanbresti hevur stjórnarherurin mist minst 10 hermenn.
Borgarakríggið í Sri Lanka hevur kravt umleið 68.000 mannalív tey seinastu 20 árini. Formliga er vápnahvíld, men teir seinastu 15 mánaðarnar hava meiri enn 4.000 fólk latið lív.