Týsdagin doyðu seks ísraelskir hermenn, tá víðgongdir palestinar lupu á teir nærhendis bygdini Ein Arik tætt við býin Ramallah á Vestara Áarbakka. Hetta var seinnapartin. Fyrrapartin sama dag royndi ein palestinskur sjálvmorðsbumbumaðiur at spreingja ein ísraelskan buss í luftina, men atsóknin miseydnaðist.
Í gjár kom ísraelska svarið. Fyrst søktu ísraelsk herskip at málum í Gaza-geiranum, og seinni lupu jagaraflogfør og tyrlur á Gaza-bý. Fýra hermenn í teirri sonevndu Deild 17 hjá palestinsku myndugleikunum doyðu í álopunum. Hetta var fyrstu ferð í næstan hálvt annað ár, at ísraelsmenn søktu at skrivstovunum hjá palestinsku sjálvsstýrismyndugleikunum í Gaza-býi.
Gjáranáttina lupu ísraelsk flogfør og tyrlur á fleiri mál í Ramallah við rakettum, samstundis sum fleiri stríðsvognar fóru inn í býin. Rakettirnar raktu fleiri bygningar, teirra millum eina skrivstovu hjá palestinsku fregnartænastuni. Hendan skrivstovan var í somu húsum, sum palestinski leiðarin, Yasser Arafat, hevur hildið til í, síðani ísraelsku myndugleikarnir sýttu honum at fara úr Ramallah. Palestinska trygdartænastan boðaði aftan á álopið frá, at Arafat sjálvur hevði ikki fingið skaða, men at tveir av hansara lívverjum høvdu latið lív.
Í gjár frættist eisini, at ísraelskir hermenn høvdu skotið níggju palestinskar løgreglumenn í einari bygd nærhendis Ramallah.
Heldur stríð enn frið
Ísraelski forsætisráðharrin, Ariel Sharon, hevði í gjár fund við serligu trygdarnevndina hjá stjórnini. Sambært ísraelska útvarpinum umrøddi nevndin, hvussu farast skal fram í stríðnum við palestinar.
Ætlanin var, at Shimon Peres, uttanríkisráðharri skuldi fara til Spania at hitta José Maria Aznar, forsætisráðharra, men ferðin varð avlýst í gjár. Peres hevur ætlanir um at leggja fram eina friðarætlan, men høgravongurin í stjórnini heldur tað vera rættari at herða tey hernaðarligu tiltøkini ímóti palestinunum, og eygleiðarar siga, at ísraelsku álopini á Gaza-bý og Ramallah eru tekin um, at Sharon og hansara viðhaldsmenn hava vunnið hetta stríðið.