Andstøðufelagsskapirnir í Sýrialandi siga, at dagurin í gjár var tann blóðugasti, síðani uppreisturin ímóti Bashar al-Assad, forseta byrjaði. Syrian Observatory for Human Rights sigur, at í minsta lagi 248 lótu lív í gjár, og av minst 109 teirra vóru sivilfólk.
Sagt verður, at teir harðastu bardagarnir vóru í høvuðsstaðnum Damaskus, men bardagar vóru eisini í býunum Homs, Aleppo, Idlib og Hama.
ST-trygdarráðið viðgjørdi støðuna í Sýrialandi í gjár, men eitt uppskot um at herða revsitiltøkini ímóti landinum fall, tí at Russland og Kina brúktu sýtingarrættin ímóti tí. Ellivu lond atkvøddu fyr, og tvey atkvøddu ikki.