Í Suðurafrika hevur námsvinnufyritøkan Lonmin skrivað undir sáttmála við arbeiðsmenninar í Marikana-platinnáminum, sum hava verið í verkfalli. Sáttmálin gevur arbeiðsmonnunum 22 prosent meiri løn, og menninir fara aftur til arbeiðis í morgin.
Umframt lønarhækkingina er Lonmin gingið við til at geva fakfeløgunum lyfti um, at eingir námsarbeiðsmenn verða uppsagdir.
Verkfallið, sum byrjaði fyrst í august, hevur kravt 45 mannalív. 34 námsarbeiðsmenn lógu eftirá, tá løgreglan skeyt eftir verkfalsmonnum miðskeiðis í síðsta mánað (myndin). Tann hendingin skelkaði suðurafrikanar og fólk aðrastaðni, og eftir boðum frá forsetanum, Jacob Zuma, verður hendingin nú kannað.