Bardagarnir millum mótmælisfólk og viðhaldsfólk hjá Hosni Mubarak, forseta hildu fram í Kairo í nátt, og í morgun siga tíðindastovurnar, at í minsta lagi fimm fólk eru deyð, og at fleiri hundrað hava fingið skaða.
Egyptiski heilsumálaráðharrin, Ahmed Samih Farid, sigur, at fleiri skot hava verið at hoyra í nátt og í morgun. Hann sigur, at 836 fólk hava verið á sjúkrahúsi, og at 86 teirra eru har enn. Fimm eru deyð, sigur hann.
Eygnavitni siga fyri arabiska sjónvarpinum Al-Arabiya, at viðhaldsfólk hjá Mubarak hava skotið eftir mótmælisfólki á Tahrir-torginum í Kairo í nátt. Sjónvarpið sigur eisini, at í morgun hevur herurin lagt uppí og hevur tikið fleiri mótmælisfólk í miðbýnum í Kairo.










