Í minsta lagi 162 fólk eru deyð í skotálopum og bumbuspreingingum í nigeriska býnum Kano tað seinasta samdøgrið. Hildið verður, at meiri enn 20 bumbur eru brostnar í Kano, og mynduglikarnir gjørdu alt fyri eitt av at lýsa útigongubann í býnum.
Yvirgangsfelagsskapurin Boko Haram hevur átikið sær ábyrgdina av álopunum. Sambært felagsskapinum eru álopini hevnd, fyri at myndugleikarnir sýta fyri at lata nakrar limir í felagsskapinum leysar.
Boko Haram hevur javnan skipað fyri álopum, men tey hava ongantíð verið so blóðug sum nú.









