Blóðug forsetainnsetan

Hátíðarløtan, tá nýggi forsetin í Kolombia varð tikin í eið, varð órógvað av granatbrestum. 14 fólk lógu eftirá

Kolombia
Árni Joensen:

Nývaldi forsetin, tann høgrasinnaði Alvaro Uribe, varð tikin í eið í tinghúsinum í høvuðsstaðnum Bogota.
Um somu tíð brustu tríggjar granatir í einum fátækrabýlingi tætt við tinghúsið. 14 fólk, teirra millum trý børn, doyðu.
Kolombisku myndugleikarnir høvdu frammanundan fingið eina ávaring frá teirri vinstrasinnaðu rørsluni FARC, og tí vóru 20.000 hermenn og løgreglumenn á varðhaldi kring tinghúsið og aðrastaðni í høvuðsstaðnum. Kortini eydnaðist tað FARC at skjóta granatirnar inn í fátækrabýlingin, men myndugleikarnir ivast ikki í, at ætlanin var at raka tinghúsið.
Nývaldi forsetin helt júst røðu fyri tjóðartinginum, tá granatirnar brustu. Brestirnir hoyrdust ikki inni í tinghúsinum, men embætismenn forsetans tutlaðu honum í oyrað, hvat var á vási uttanfyri.
Í røðuni hevði forsetin júst umrøtt stríðið millum myndugleikarnar og ta vinstrasinnaðu uppreistrarrørsluna. Uribe segði, at hann ætlar sær ikki at slaka fyri uppreistrarmonnunum, og at hann fer einans at samráðast við FARC, um rørslan leggur vápnini.
? Vit bjóða teimum demokrati, soleiðis at orðaskifti kann koma ístaðin fyri vápn, segði Alvaro Uribe.
Júst bardagin ímóti harðskapinum var høvuðsevnið hjá Alvaro Uribe undir valstríðnum. Hann lovaði at fáa enda á bardøgunum, sum hava herjað Kolombia seinastu 38 árini.