Ein sterk bumbuspreinging í Kolombia hevur kravt minst sjey mannalív Minst sjey fólk doyðu, og umleið 50 vórðu løstað, tá ein bumba brast á einum torgi í býnum Ituango í Kolombia í dag.
Myndugleikarnir siga, at bumbuatsóknin er tann ringasta í ár.
Eingin hevur átikið sær ábyrgdina av bumbuspreingingini, men kolombisku myndugleikarnir halda, at ein vinstrasinnaður felagsskapur man hava lagt bumbuna.