Blóðug atsókn í Moskva

Tað var eftir øllum at døma ein sjálvmorðsbumba, sum drap umleið 50 fólk í undirgrundarbreytini í Moskva

Fleiri hundrað Moskva-búgvar vóru á veg til arbeiðis í einum av tokunum í undirgrundarbreytini gjáramorgunin, tá tann sterka bumban brast. Sambært løgregluni hevði sjálvmorðsbumbumaðurin ella -kvinnan umleið tvey kilo av spreingievninum TNT við sær í tokið.

Á middegi í gjár vóru umleið 50 fólk funnin deyð, og meiri enn hundrað høvdu fingið skaða. Umleið 700 sluppu óskalað frá spreingingini.

Spreingingin var beint eftir klokkan hálvgum átta lokala tíð, og tí var tokið fult av fólki, sum skuldu til arbeiðis seinasta arbeiðsdagin í vikuni. Tey, sum sluppu livandi frá atsóknini, greiddu frá, at spreingingin var ógvuliga hørð. Rútarnir í tokinum vórðu blástir út, eldur kom í, og roykurin var nógvur. Ljósið fór, so fólk noyddust at leita sær út í myrkri.

Bumbuatsóknin í Moskva gjáramorgunin var onnur í Russlandi hesa vikuna. Týsdagin doyðu tvey fólk í einari atsókn har suðuri í landinum. Hildið verður, at tað vóru kekenar, sum løgdu ta bumbuna.