Blóðug atsókn í Bagdad

Í minsta lagi 28 fólk doyðu, tá ein sjálvmorðsbumbumaður sprongdi eina bumbu inni í einari mosku í irakska høvuðsstaðnum Bagdad í kvøld. Tað siga sjúkrahúskeldur í býnum. Innanríkisráðið sigur, at bumbumaðurin kom inn í Umm al-Qura-moskuna, har hann sprongdi seg í luftina., júst sum kvøldbønarhaldið var byrjað.

-Vit hava tikið ímóti 28 líkum og meiri enn 30 løstaðum, og sjúkrabilar og løgreglubilar koma framvegis við særdum, sigur ein talsmaður fyri Yarmouk-sjúkrahúsið við fjølmiðlarnar.

Umm al-Qura-moskan, sum er í Ghazaliya-býarpartinum, er ein av teimum týdningarmestu sunni-moskunum í Bagdad.