Bláu lastbilarnir nærkast einskiljing

Næsta ár skulu fleiri bilar hjá Farmaleiðum hjá Strandferðsluni seljast. Tað er størsta hóttanin nakrantíð ímóti útjaðaranum í Føroyum, men landsstýrið vissar um, at korini hjá útjaðaranum mugu ikki versna

Einskiljing



Nú er ætlanin at seta skjøtil á arbeiðið at einskilja Farmaleiðir hjá Strandferðsluni.
Farmaleiðir er tann parturin av Strandferðsluni sum hvønn einasta dag stendur fyri flutningi av farmi í tonsatali úr einum parti í landinum til annan, ikki minst til útjaðaran og útjaðaran. Fremsta eyðkenni hjá Farmaleiðum eru teir bláu lastbilarnir, sum dag og dagliga eru at síggja á føroysku vegunum.
Tað er onki yvir at dylja, at serliga fólkaflokkurin hevur havt hug at einskilja Farmaleiðirnar hjá Strandferðsluni og at lata privatum flutningin upp í hendurnar at røkja.

Ætla at selja bilar
Og nú sær út til, at tað verður veruleiki.
Sosialurin veit, at næsta ár ætlar landsstýrið at selja fleiri bilar hjá farmaleiðum. Vit hava fingið upplýst, at á uppskotinum til fíggjarlóg fyri næsta ár, hevur landsstýrið roknað við eini inntøku upp á 15 milliónir av at selja bilar hjá Strandferðsluni.
Jógvan við Keldu, landsstýrismaður í samferðslu váttar at ein upphædd stendur á fíggjarlógini. Men fíggjarlógin er ikki heilt liðug enn og hann vil ikki vátta upphæddina. Hann ásannar eisini, at tað hevur verið arbeitt leingi við eini ætlan um at einskilja Farmaleiðir.
Men hann leggur staðiliga afturat, at tað er ongin grund til at stúra, tí hann fer ikki at loypa framav í hesum máli.
? Vit arbeiða við ymsum ætlanum, men vit fara at vera sera varin, áðrenn vit seta nakað í verk, sigur hann.
Hann sigur eisini, at málið um at einskilja Farmeleiðir er ikki endaliga lýst og útgreinað og tað hevur alstóran týdning at gera tað arbeiðið liðugt, áðrenn nøkur støða verður tikin um, hvat skal gerast ella um nakað skal gerast yvirhøvur.
Hann vísir á, at Farmaleiðir eru ein væl upp arbeitt flutningsleið, sum hevur síni viðskiftafólk. Harafturat eru Farmaleiðir samantvinnaðar í einum samanhangandi neti, sum ger, at fiskur og annar farmur smidliga og skjótt kann flytast úr einum enda í landinum í annan,eisini tá ið talan er um heilt smáar nøgdir.
Sostatt hava Farmaleiðir heilt avgerandi týdning fyri einstaklingar og vinnulív kring landið og ikki minst í útjaðaranum og á útoyggj.
? Serliga fyri Fiskavirkini hava Farmaleiðir týdning, tí tað eru virki, sum keypa fisk í einum enda á landinum ? og ofta er talan um smáar nøgdir - men so føra Farmaleiðir fiskin til keyparan í einum samantvinnaðum og vælvirkandi samanhangandi flutningsneti, har fiskurin mangan fer ígjøgnum fleiri lið, áðrenn hon er frammi hjá keyparanum.
? Og tað er sera umráðandi, at onki verður gjørt, sum ger støðuna hjá viðskiftafólkunum hjá Farmaleiðum verri, sigur Jógvan við Keldu.
Í hesum sambandi hugsar hann ikki minst um útjaðaran.
?Eitt er at koyra farm runt inni á meginlandinum. Men tænastan til útjaðaran verður ein serlig avbjóðing og tað er sera umráðandi, at umstøðurnar hjá viðskiftafólkunum ikki versna, sigur hann.
Eitt, sum hevur verið frammi, er, at tann parturin av Farmaleiðum, sum eru á meginøkinum, skal einskiljast. Men so at lata Strandferðsluna hava flutningin til útjaðaran eftir fyri at tryggja hann.
Men Jógvan við Keldu leggur dent á, at ongin avgerð er tikin um tað heldur.
Kristian Davidsen, stjóri á Strandferðsluni, hevur ongar viðmerkingar