Nú er seinasta tvøstið tugt og seinasti spikbitin svølgdur á Landssjúkrahúsinum. ? Goymslan er uppi, og vit fara ikki at gera nakað fyri at fáa meira, sigur Allan Skaalum Tað var ein leskiligur biti, starvsfólk og sjúklingar á Landssjúkrahúsinum fingu á døgurða í dag. Á matarskránni var tvøst og spik, sum í fleiri øldir varð kallað »Guðs Gáva«, men sum seinnu árini er vorðið so dálkað, at tað fyri kortum varð skýrt óegnað sum mannaføði.
Og tað er júst hetta seinasta, sum er orsøk til, at júst henda máltíðin fyribils verður tann seinasta av hesum slag á Landssjúkrahúsinum.
- Áðrenn jól varð gjørt upp, at tað var nokk eftir til tveir døgurðar. Og tá tilmælið kom, um at vit als ikki eiga at eta grind, gjørdu vit, í samráð við Heilsumálaráðið, av, at tað skuldu bara blíva hesar báðar máltíðirnar afturat, sigur Allan Skaalum.
Nú eru goymslurnar uppi, og tey ætla sær ikki at gera nakað fyri at fylla goymslurnar aftur.
- So ja, tú kann gott siga, at hetta er tann seinasta máltíðin, hvørfall hvat grind viðvíkur, sigur Allan Skaalum, sjúkrahússtjóri.
So kann ikki sigast annað, enn at »blóðtystu barbararnir«, sum útlendskir miðlar og mótmælisfólk so ofta hava skýrt føroyingar at verða, loksins eru blivnir mettir.