Tað var heilt fitt av fólki inni á apotekinum í Havn í gjár.
Tað er tað sum so einki óvanligt í, men í gjár støðgaðu tey eitt sindur longur enn vanligt, tí starvsfólkið á apotekinum veitti teimum eina eyka tænastu.
Henda tænasta gekk út upp á at kanna »almennu heilsustøðuna« hjá fólki, við eitt nú at máta blóðtrýstið, blóðsukri og fitilutfallið.
Tygara útsendi royndi eisini okkurt av tí sum apotekið beyð fram, og kann siga, at fitilutfallið er á eini góðari leið.
Tá blóðtrýstið verður mált verður vanliga sagt, at hægra talið skal vera 100 lagt afturat aldrinum, og er tað so, eri eg júst vorðin 54!
Fryntliga kvinnan á apotekinum helt kortini ikki talið vera í hægra lagið, tí eg var komin beint inn »av vegnum«. Vanliga skulu fólk hvíla áðrenn tey máta blóðtrýst.










